Innanlands

Í dag er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni

Eingin hevur mist lívið í ferðsluvanlukku í Føroyum síðan seinasta minningardag, tó var talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða hægri í fjør enn árið fyri

Mynd: Ráðið fyri Ferðslutrygd

Mynd: Ráðið fyri Ferðslutrygd

2020-07-05 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Ein dagur, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Sambært heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, hevur eingin mist lívið í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum síðan seinasta minningardag.

Seinnu árini hevur eisini verið longri millum álvarsligu ferðsluvanlukkurnar, og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni, og hetta er at fegnast um, sigur Ráðið.

Men tó var talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða í 2019 eitt vet hægri enn árið fyri.

Í 2019 vórðu skrásett 35 ferðsluóhapp við fólkaskaða, meðan talið í 2018 var 30. Ein maður lat lív í ferðsluni í 2019.

Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at tað er av umráðandi og alstórum týdningi, at farið verður undir skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum í Føroyum.

– Víst verður í hesum sambandi til ’Ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar 2019-2027’, har mælt verður til at seta í verk skaðakanningarnevnd fyri ferðsluóhapp í Føroyum. Hetta fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder