Mentan

Myndir: Við báti á Funningsfirði

Myndir frá bátatúri við boat.fo

Handan á í Elduvík

Handan á í Elduvík

2020-07-05 22:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Boat.fo: Túrurin byrjaði í bátahylinum í Funningsfirði. Siglt varð fram við vestara landinum, ímeðan greitt varð frá um ymiskt virksemi, ið hevur verið á fjørðinum ígjøgnum tíðina. Komið varð inn á stórhvalaveiðu og hvalastøðina, sum var bygd har fyrst í farnu øld. Nomið varð við virksemi í nýggjari tíð, so sum aling av kræklingi, tara og laksi.

Nakað av fugli var at síggja á fjørðinum, og stuttligt var at eygleiða lomviga, álku, lunda, teista, ternu, havhest, kjógva og æðu. Við Funnings bygd var tosað um upphav føroyinga við søguni um Grímur Kamban, sum kom á land har fyri umleið 1200 árum síðan.

Siglt var út ímóti Funningsmúla og inn á Múlagjógv. Har lá ein kópur inni í gjónni. Túrurin gekk nú yvirum til Elduvíkslandið. Landslagið fram við sjóvarmálanum er stórsligið. Leiðin gekk framvið Elduvík og vøkru neystunum. Tosað varð um gamla útróðurin við føroysku árabátunum.

Inni í náttúrhavnini Elduvíksgjógv løgdu vit stilt til at njóta matpakkar og ein kaffimunn. Áhugavert var at síggja væl av reyðæti og øðrum lívi í sjónum inni í gjónni. Báturin var lagdur við bryggjuna, ímeðan vit gingu ein stuttan túr inn í bygdina. Á veg omanaftur í bátin sóu vit eina nísu og ein kóp afturat. Í bátinum gekk leiðin inn um Elduvíksnes og innaftur ímóti bátahylinum í Funningsfirði.

Sí myndirnar:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder