Innanlands

Afturkalling av ØKO Brune ris frá Änglamark

Í vøruni eru funnar ov høgar nøgdir av aflatoksin, eitt eiturevni, ið kann elva til krabbamein

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2020-07-06 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nordic Food Partners A/S afturkallar nú eitt slag av brúnum rísi frá Änglamark.

Orsøkin er, at ov høgar nøgdir av aflatoksin eru í vøruni. Aflatoksin er eitt krabbameinselvandi eiturevni, sum stavar frá blámusoppi.

Talan er um hesa vøru, sum er seld í FK handlum:

Änglamark ØKO Brune ris
Stødd: 1000 g
Produktionsdato: 15.04.2020
Best fyri: 15.04.2021
Lot nummar: 3180D
EAN-strikukoda: 7340011301660

Heitt verður á tey, sum liggja inni við hesari vøru um at beina hana burtur ella at lata hana inn aftur, har hon er keypt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder