Innanlands

Semja millum Fíggjarmálaráðið og maskinmeistararnar

Nýggir sáttmálar fyri maskinmeistarar í almennum størvum eru undirskrivaðir seinnapartin

2020-07-06 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í dag varð semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.

Hesum boðar Maskinmeistarafelagið frá í dag.

Talan er um nýggjar sáttmálar fyri maskinmeistarar í almennum størvum á landi, hjá Strandfaraskipum Landsins og við skipum hjá Havstovuni.

Sáttmálarnir eru galdandi í trý ár og lønarhækkingarnar eru:

1. oktober 2019 - 2,56%
1. januar 2021 - 2,05%
1. oktober 2021-1,25%

Sáttmálarnir umfata eisini nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra og nýggju trýkiljuna hjá Strandfaraskipum Landsins.

Harumframt eru gjørdar onkrar smærri broytingar og tillagingar í sáttmálunum, sigur Maskinmeistarafelagið.

Semjan kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder