Uttanlands

Brasil: Fleiri enn 70.000 deyð við korona

Seinasta samdøgrið hevur landið skrásett 45.000 smittutilburðir og 1.200 andlát – Tilsamans eru 1,8 mió. fólk staðfest smittað í landinum

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, er ein teirra, ið hevur fingið staðfest smittuna (Mynd: EPA)

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, er ein teirra, ið hevur fingið staðfest smittuna (Mynd: EPA)

2020-07-11 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brasil hevur nú skrásett fleiri enn 70.000 andlát í sambandi við koronasmittuni. Tað upplýsir brasilska heilsumálaráðið.

Seinasta samdøgrið hevur landið skrásett 1.200 andlát og 45.000 smittutilburðir.

Sostatt er samlaða talið á andlátum farið uppum 70.000, samstundis sum talið á skrásettum smittutilburðum er farið uppum 1,8 mió.

Brasil er tað landið, ið er harðast rakt av smittuni, aftaná USA. USA hevur skrásett 3,2 mió. smittutilburðir og 136.000 andlát – meira enn nakað annað land í heiminum.

Talið á andlátum í Brasil er nógv økt seinastu vikurnar. Eftir 35 dagar er talið tvífaldað. Serliga eru tað statirnir Rio de Janero og São Paulo, sum hava skrásett nógv andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder