Innanlands

Løgreglan úr at gera leygardagin

Rúsdrekkakoyring í Havn, herverk móti barnagarði á Kambsdali og fleiri fráboðanir um ófrið

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-07-12 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur givið løgregluni fitt av arbeiði, serliga í høvuðsstaðarøkinum.

Tveir bilførarar í Havn vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring. Tann fyrsti varð tikin stutt eftir klokkan átta, og hin um klokkan tíggju á kvøldi. Blóðroynd er tikin av teimum báðum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Stutt áðrenn midnátt var ein bilførari eisini tikin fyri at koyra øvugtan veg á Háskúlavegnum í Havn, og hetta fær hann eina bót fyri.

Um middagsleitið fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at onkur hevði framt herverk móti einum barnagarði á Kambsdali. Viðkomandi hevði m.a. blakað ein stein gjøgnum rútin. 

Higartil hevur løgreglan onga ábending um, hvør stendur aftanfyri.

Umframt hetta fekk løgreglan í gjárkvøldið og í nátt eisini fleiri fráboðanir um ófrið, og løgreglan var í onkrum førum noydd at skilja fólk sundur, sum vórðu farin til hendurs.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder