Innanlands

797 fáa lønarískoyti frá ALS

Talan er um 336 kvinnur og 461 menn – Talið er minkað við næstan 200 seinastu vikuna

ALS (Mynd: Sverri Egholm)

ALS (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-12 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á teimum, ið fáa lønarískoyti umvegis serligu koronaskipanina hjá ALS, er nú 797 – 336 kvinnur og 461 menn.

Sambært hagtølum hjá ALS, er talan um eina minking á næstan 200 í mun til seinasta sunnudag.

Tá talið á lønarískoytismóttakarum var hægst, var talið 4.320. Hetta var 4. apríl. Seinastu vikuna hevur talið ligið undir 1.000.

Av teimum, sum fáa lønarískoyti í løtuni, búgva tey flestu – 379 – í Suðurstreymoy. Talið er lægst í Sandoynni, har 17 fólk fáa lønarískoyti.

Í løtuni eru 458 fólk, ið fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul frá ALS. Her er talan um 251 kvinnur og 207 menn. Eisini her er talið á móttakarum hægst í Suðurstreymoy og lægst í Sandoynni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder