Uttanlands

Danskur ís-framleiðari vrakar navnið Eskimo

Hansens Is hevur vrakað navnið hjá íspinninum, ið áður hevur verið fyri atfinningum fyri, at kunna fatast rasistiskt

2020-07-14 08:15 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein íspinnur við vanilju ísi og súltutoy lagdur við sjóklátu hevur altíð verið kendur undir navninum Eskimo. Men nú hevur framleiðarin av ísinum valt at broyta navnið á vælkenda ísinum. Tað boðar Hansens Is frá í einum tíðindaskrivi. Tað hevur áður verið atfinningar mótvegis navninum á ísinum, ið kann fatast rasistiskt.

-Hetta er ein stór avgerð fyri okkum, ið er knýtt við ávísari nøgd av sorgblídni, men vit eru avgjørt ikki ov ærukær til at lata okkum upplýsa og hyggja at hvussu vit uppføra okkum ábyrgdarfult í okkara samtíð, sigur sølustjórin Anders Eibye Hansen.  

Ísurin varð uppkallaður eftir amerikanska ísinum Eskimo Pie, sum fyrr í ár eisini broytti navn.

Ísurin fer framyvir at eita O’Payo, ið er navni á sjokulátuni ísurin er klæddur við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder