Uttanlands

Indiskur stórbýur letur aftur

Sunnudagin setti India nýtt met fyri talið á smittaðum við koronavirus.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-14 09:07 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Indiski býruin Bangalore, ið hevur átta milliónir íbúgvar letur aftur í eina vikur, eftir nógvar nýggjar tilburðir, Tað skrivar BBC.

Banglaore liggur í landspartinum Karnataka, ið hevur skrásett yvir 40.000 tilburðir av Covid-19.

Frá í dag av verður allur almennur flutningur steðgaður og einans teir mest neyðugu handlarnir hava opið. Harafturat verða øll átrúnaðarlig halgistøð afturlatin.

Sunnudagin setti India nýtt met fyri talið á smittaðum, tá 29.108 tilburðir vórðu skrásettir.

India hevur við 870.000 tilburðum, skrásett triðiflestar tilburðir av Covid-19 eftir USA og Brasilia.  

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder