Uttanlands

Heilsustarvsfólk í Fraklandi fáa stóra lønarhækkan

Franskir sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar fáa stóra lønarhækkan og verða heiðraði í høvuðsstaðnum í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-14 10:45 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Franska stjórnin hevur játtað 60 milliardir krónur í lønarhækkan til heilsustarvsfólk. Hetta merkir at  franskir sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar á sjúkrahúsum og røktarheimum fáa eina lønarhækkan á 1.400 krónur í miðal um mánaðin. Tað er greitt eftir at franska stjórnin og fleiri fakfeløg eru vorðin samd um eina nýggja avtalu.

Avtalan inniheldur eisini eina lønarhækkan til læknar, ið arbeiða fulla tíð innan tað almenna. Málið hjá stjórnini er at halda uppá læknarnar hóast kappingin er hørð frá tí privata.

Avtalan kemur eftir at mótmælisfólk hava kravt lønarhækkan til læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur týðandi starvsfólk seinastu vikurnar.  

Franska stjórnin hevur harafturat valt, at heilsustarvsfólk skulu heiðrast í dag, á tjóðardegi Fraklands, fyri teirra arbeiði undir koronafarsóttini.

Frakland er eitt av londunum, sum er harðast rakt av Covid-19 í Evropa, har yvir 200.000 er smittaði og 30.000 hava latið lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder