Uttanlands

Bolsonaro orkar ikki at vera avbyrgdur heima

Tað er ein vika síðani, brasilski forsetin fekk staðfest korona, og honum dámar einki at vera í sóttarhaldi – tí fer hann í dag at lata seg kanna enn einaferð

Jair Bolsonaro, forseti í Brasil (Mynd: EPA)

Jair Bolsonaro, forseti í Brasil (Mynd: EPA)

2020-07-14 13:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, sum herfyri fekk staðfest koronasmittuna, hevur nú verið avbyrgdur í heimi sínum í eina viku, og tað er ræðuligt, sigur hann sambært Ritzau.

Síðan smittan breyt út fyri hálvum ári síðani hevur brasilski forsetin víst aftur, at smittan skal vera so álvasom, sum hon sigst at vera, og er hann komin við atfinningum móti guvernørunum, tá tey hava sett avmarkingar í verk fyri at minka um smittuspjaðingina í brasilsku statunum. Hann hevur áður rópt smittuna "eitt lítið forkølilsi".

Í samrøðu við CNN Brazil í gjár segði 65 ára gamli Bolsonaro, at hann er væl fyri, og at hann hvørki hevur fepur ella andatrongd. Hann hevur heldur ikki mist smakkisansin, sum annars er eitt av mest vanligu sjúkueyðkennunum.

Bolsonaro ætlar í dag at lata seg kanna enn einaferð.

– Eg veit ikki, um nýggja kanningin fer at staðfesta virusið, men um alt er fínt, fari eg aftur til arbeiðis, sigur hann og leggur afturat, at um alt ikki er í lagi, fer hann at bíða nakrar dagar. Hann sigur seg vóna, at hann er komin aftur til arbeiðis í seinasta lagi um eina viku.

Tað var týsdagin 7. juli, at brasilski forsetin boðaði frá, at hann var smittaður. Hann greiddi frá, at hann føldi seg illa sunnudagin 5. juli og varð tí kannaður dagin eftir.

Fleiri enn 13 mió. tilburðir staðfestir

Brasil er millum tey londini í heiminum, sum eru harðast rakt av koronasmittuni. Aftaná USA er Brasil tað landið, ið hevur staðfest flest tilburðir og andlát í sambandi við smittuni.

Sambært worldometers.info hava 13,2 mió. fólk nú fingið staðfest smittuna. Av teimum eru 576.000 deyð.

USA og Brasil hava staðfest ávikavíst 3,4 mió. og 1,8 mió. tilburðir. Í USA eru 138.000 andlát skrásett, og í Brasil eru gott 73.000 andlát skrásett.

Av teimum 13,2 mió., sum hava fingið staðfest smittuna, eru 7,7 mió.staðfest frísk aftur, og eru 4,9 mió. sostatt smittað í løtuni. Av teimum hava 99 prosent mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder