placeholder
Uttanlands

Amerikonsk sjónleikarakvinna funnin deyð

Naya Rivera var farin ein túr út á vatnið Lake Piru í Kalifornia saman við soninum, sum seinni varð funnin einsamallur í bátinum – Fimm dagar seinni varð hon funnin deyð

Naya Rivera hvarv á Lake Piru 8. juli. Fimm dagar seinni varð hon funnin deyð. Hon gjørdist 33 ára gomul (Mynd: EPA)

Naya Rivera hvarv á Lake Piru 8. juli. Fimm dagar seinni varð hon funnin deyð. Hon gjørdist 33 ára gomul (Mynd: EPA)

2020-07-14 17:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

33 ára gamla amerikanska sjónleikarakvinnan Naya Rivera, sum er best kend fyri sín leiklut sum Santana Lopez í sjónvarpsrøðini "Glee", er deyð.

Naya Rivera fór seinasta mikudag ein túr út á vatnið Lake Piru í Kalifornia saman við fýra ára gamla soninum, Josey.

Um middagsleitið leigaðu tey bæði ein bát, og fáar tímar seinni, var sonurin funnin einsamallur í bátinum.

Ein umfatandi leiting varð sett í gongd, og seint mánakvøldið varð boðað frá, at eitt lík varð funnið í vatninum.

– Útfrá staðnum har líkið varð funnið, kropslig eyðkenni, klæðum og vitanina um, at eingin annar var saknaður í økinum, eru vit vís í, at talan er um Naya Rivera, segði Bill Ayub, sheriffur í Ventura County í Kalifornia sambært B.T.

Tað vóru fólk í einum øðrum báti, sum ringdu til løgregluna, tá tey varnaðust, at fýra ára gamli drongurin var einsamallur í bátinum.

[object Object]Lake Piru (Mynd: EPA)

Løgreglan hevur tosað við sonin, sum er einasta vitnið í málinum. Sonurin greiddi frá, at hann svam í vatninum saman við mammuni, og brádliga koyrdi mamma hansara hann umborð á bátin aftur. Síðani vendi hann sær við og sá hana hvørva niður í vatnið.

Sheriffurin sigur, at streymurin í vatninum, har Naya Rivera varð funnin deyð, kundi vera serliga sterkur, tá komið var út á seinnapartin. Hildið verður, at Naya Rivera brúkti alla sína orku uppá at bjarga soninum.

Síðan sjónleikarakvinnan varð funnin deyð í vatninum, eru fólk farin at savna inn undirskriftir fyri at tryggja, at fólk frameftir verða ávarað um, hvussu vandamikið tað kann vera at svimja í vatninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder