Innanlands

– Hugsið um tey í Kirkjubø og á Velbastað

Nógvir føroyingar eru í summar farnir túrin til Kirkjubøar, og tað er komið ofta fyri, at 15 fólk seta seg í bussin í Kirkjubø og fara aftur til Havnar soleiðis, at pláss ikki er fyri teimum, sum búgva á Velbastað, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-07-14 18:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á ferðafólkum, sum kunnu ferðast við bussleiðini í høvuðsstaðnum er enn avmarkað til 15 fólk, og tí kemur fyri, at fólk, sum ætla sær við bussinum ikki sleppa við.

Tórshavnar kommuna vísir í hesum sambandi á, at tað seinastu tíðina hevur verið trupult hjá teimum, sum eru fastbúgvandi á Velbastað og í Kirkjubø at sleppa við Leið 6 – serliga seinnapartar. Kommunan kemur tí við einari áheitan til fólk, sum í summar fara túrar til Kirkjubøar, um at hugsa um tey, sum vanliga nýta bussin.

– Nógvir føroyingar eru í summar farnir túrin til Kirkjubøar, og tað er komið ofta fyri, at 15 fólk seta seg í bussin í Kirkjubø og fara aftur til Havnar soleiðis, at pláss ikki er fyri teimum, sum búgva á Velbastað.

– Heitt verður vinarliga á fólk um at hugsa um tey í Kirkjubø og á Velbastað, sum vanliga nýta bussarnar fyri at koma til Havnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder