Innanlands

– Skulu ansa eftir at ólavsøkan ikki gerst ein festivalur

Pál Weihe mælir frá at halda ólavsøku sum vanligt

Midnáttarsangur á ólavsøku (Mynd: Jens Kr. Vang)

Midnáttarsangur á ólavsøku (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-15 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært avtalu, sum landsstýrið hevur gjørt við skeinkistøðini, sleppa tey at hava opið til klokkan tvey um náttina á ólavsøku. Hetta, hóast koronaráðgevingin mældi til at steingja í seinasta lagi á midnátt.

Les eisini: – Landsstýrið gongur beint ímóti tilmælunum frá koronaráðgevingini

– Tað er fyri at minka um sannlíkindini fyri, at har vera ov nógv fólk inni í senn, og serliga út á náttina, tá fólk kanska hava fingið upp í høvdið. Tá er tað verri at stýra, sigur Pál Weihe, yvirlækni og limur í koronaráðgevingini, í samrøðu við Útvarpið.

Hann ávarar móti at halda ólavsøku sum vanligt, og heldur tað vera óheppið, um nógv fólk verða savnað á skeinskistøðunum.

– Farið ikki inná hesi veitingarstøðini, um nógv fólk eru inni, tí tá verður tú ein møguligur smittuberi. Tú skal ikki bara hugsa um teg sjálvan, tú skal eisini hugsa um øll hini, sum tú ert í samfelag við, og serliga tey úti í samfelagnum, sum ikki tola at fáa hesa sjúkuna, sigur hann.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder