placeholder
Innanlands

52 grannaløg fingið stuðul at halda ólavsøku

56 eigarafeløg og grannaløg søktu um stuðul frá Tórshavnar kommunu, átta umsóknir vórðu lagdar saman til fýra

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-07-15 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna bjóðar í ár grannaløgum og eigarafeløgum at skipa fyri, hugna um, og halda ólavsøku í grannaløgum í kommununi. Tá umsóknarfreistin var farin, vóru 56 umsóknir komnar inn.

Átta umsóknir vóru lagdar saman til fýra, tí grannaløgini eru nær uppat hvørjum øðrum. Sostatt hava 52 grannaløg fingið boð um, at tey hava fingið stuðul til at halda ólavsøku, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Stuðulin kann nýtast til at leiga tjald, grill, ljósperur, hátalarar og beinkir. Og so kunnu grannaløgini eisini keypa undirhald – livandi tónleik og sjónleik til børn og vaksin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder