Uttanlands

Grønlendskur fólkatingslimur: Steðgið við at brúka orðið eskimo

Nógvir grønlendingar halda orðið vera niðrandi, sigur Aaja Chemnitz Larsen – Størsti ísframleiðarin í Danmark ynskir tó framhaldandi at brúka tað

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2020-07-15 18:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvir grønlendingar halda orðið eskimo vera niðrandi, og tí gevur tað góða meining hjá fyritøkum at steðga við at brúka hetta orðið.

Tað heldur Aaja Chemnitz Larsen, sum umboðar grønlendska flokkin Inuit Ataqatigiit í Fólkatinginum.

– Eskimo er fyri nógvar grønlendingar niðrandi. Tí haldi eg tað vera púra natúrligt at vísa hesa virðing fyri okkum, sigur hon.

Hendan útsøgnin kemur í kjalarvørrinum á avgerðina hjá danska framleiðaranum Hansen Is um at droppa navnið "eskimo".

Les eisini: Danskur ís-framleiðari vrakar navnið Eskimo

Men størst ísframleiðarin í Danmark, Premier Is, hevur tó valt at halda fast við navnið "Kæmpe Eskimo".

Grønlendski fólkatingslimurin heldur, sambært Ritzau, at fleiri fyritøkur eiga at gera sum Hansen Is.

Orðið eskimo merkir kjøtetari, og kann tað sostatt kennast niðrandi. Nógvir grønlendingar halda orðið inuit vera meira hóskandi. Tað merkir menniskja.

Aaja Chemnitz Larsen heldur, at hóast tað at steðga við at brúka orðið eskimo kanska ikki tykist sum nakað stórt, kann tað hava stóran týdning í mun til, hvussu grønlendingar verða umrøddir.

Sambært Premier Is, er orsøkin til, at framleiðarin hevur avgjørt at halda fast við navninum eskimo, at navnið verður sett í sambandi við nostalgi. Framleiðarin sigur seg heldur ikki hava fingið nakrar áheitanir um at broyta navnið. Men um hesar áheitanirnar koma, fara tey at umhugsa tað, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder