Uttanlands

Disrupting Wine: Nýggjur heimildarfilmur um Heina Zachariassen

Filmurin, sum gerst tøkur 23. juli, sigur søguna handan vínappina Vivino og persónligu søguna hjá føroyska íverksetaranum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-07-15 18:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Disrupting Wine" sigur søguna um Heina Zachariassen, íverksetara, sum stovnaði Vivino, sum nú er vorðin heimsins størsta vínapp.

Heimildarfilmurin sigur bæði søguna handan Vivino og persónligu søguna hjá Heina Zachariassen.

Heini Zachariassen er føddur og uppvaksin í Føroyum. Sum ungur fann hann útav, at hann skuldi vera íverksetari, og fyri at náa tí málinum, mátti hann flyta til Danmarkar at nema sær útbúgving. Síðani byrjaði íverksetaraleiðin.

Seinni flutti Heini saman við familjuni til San Francisco, har hann menti Vivino til størstu vínapp í heiminum. Vivino hevur í dag næstan 50 mió. brúkarar.

"Disrupting Wine – The Life of an Entrepreneur" er framleiddur av Johan Rimestad og Rógva Langgaard. Teir hava arbeitt uppá filmin í tvey ár. Filmurin verður tøkur á Prime Video 23. juli. Meira kunning fæst um filmin á disruptingwinemovie.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder