Uttanlands

Mette Frederiksen og Bo Tengberg giftust seinnapartin

Fyrst kom valstríðið, so korona, og so ein ES-toppfundur – Í dag eydnaðist tað so hjá danska forsætisráðharranum

Mette Frederiksen og Bo Tengberg (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen og Bo Tengberg (Mynd: EPA)

2020-07-15 19:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brúdleypið mátti útsetast fleiri ferðir, men í dag slapp danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, endiliga at siga ja við filmsframleiðaran Bo Tengberg, sum hon leingi var trúlovað við.

Tey giftust seinnapartin í Magleby Kirke á Møn.

Upprunaliga skuldi brúdleypið vera í 2019, men orsakað av fólkatingsvalstríðnum varð hetta útsett til 2020. Síðani varð tað aftur útsett orsakað av korona. At enda var ætlanin, at parið skuldi giftast leygardagin 18. juli, men ein ES-toppfundur forðaði fyri hesum, skrivar Ritzau.

[object Object]
(Mynd: Mette Frederiksen/Facebook)

Mette Frederiksen og Bo Tengberg hittust fyri fyrstu ferð í 2014. Fyrstu ferð tey vístu seg alment sum par var um várið 2019 til jarðarferðina hjá Anker Jørgensen.

Síðan Mette Frederiksen gjørdist forsætisráðharri, er komið fyri, at Bo Tengberg hevur verið at sæð í miðlunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder