Uttanlands

Jenis av Rana skal hitta Mike Pompeo

Tá amerikanski og danski uttanríkismálaráðharrin fundast 22. juli, eru umboð fyri Føroyar og Grønland eisini boðin við

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum (Savnsmynd)

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum (Savnsmynd)

2020-07-15 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku kemur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo á vitjan í Keypmannahavn. Hesum boðar danska uttanríkismálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Á vitjan sínari skal hann m.a. fundast við danska uttanríkismálaráðharran, Jeppe Kofod.

Boðin við til fundin eru umboð úr Føroyum og Grønlandi – Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og Steen Lynge, grønlendskur landstýrismaður í uttanríkismálum.

– Nú vit eisini skulu umrøða arktisk viðurskiftir, skulu mínir starvsfelagar úr Grønlandi og Føroyum sjálvandi eisini sita við borðið, sigur Jeppe Kofod.

Tað er um eina viku, mikudagin 22. juli, at Mike Pompeo vitjar í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder