placeholder
Innanlands

Stór grind lagt beinini

Mett verður at talan er um 200-300 hvalir, sum hava lagt beinini í Hvalba

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2020-07-15 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mett verður at eini 200-300 hvalir hava lagt beinini í Hvalba í kvøld.

Drápið varð liðugt fyri løtu síðani, og eini tíggju springarar eru ímillum.

Sambært Suðurrás vóru nógv fólk á sandinum í Hvalba og hjálptu til at drepa grindina. Í fyrsta umfari gekk striltið at fáa grindina at gera landgongd, men nú um hálvgun ellivu tíðina var drápið av.

Grindin varð funnin út fyri Sandvík nakað áðrenn klokkan átta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder