placeholder
Innanlands

Løgreglan: Haldið eyga við tykkara børnum

Løgreglan sær ov nógv ung fólk ganga ávirkaði í býnum, og hetta vikuskiftið var einki undantak

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-26 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki óvanligt hjá løgregluni at síggja ung fólk ganga ávirkaði í býnum um næturnar, og hetta vikuskiftið var einki undantak.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey hava sæð nógv ung fólk – yngri enn 18 ár – ganga ávirkaði rundanum skeinkistøðini. Og summi teirra síggja út til at vera ávirkaði av øðrum enn alkoholi.

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan í tveimum førum verið noydd at ringt eftir foreldrunum hjá teimum ungu, og í hesum sambandi varð ein sonevnd sosialrapport eisini skrivað til Barnaverndina.

Ein ungur drongur var eisini so illa fyri, at hann mátti sendast á Landssjúkrahúsið.

Løgreglan heitir í hesum sambandi á foreldur um at halda betri eyga við børnunum – at halda skil á, hvar tey eru, hvat tey gera o.s.fr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder