Mentan

Myndir: Fylgdu ikki boðunum um ikki at møta upp

Ein lítil helvt av tí, sum vanliga er á Vaglinum til midnáttarsang, var møtt upp, hóast tað var frámælt. Sangurin gekk ikki betri enn næstbest

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-30 01:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mælt var til, at fólk sungu midnáttarsang í grannaløgum og heima við hús. Men tað vóru nógv, sum ikki fylgdu hesum boðum, og møttu upp á Vaglinum á midnátt.

Áleið helvtin av tí, sum plagar at vera, varð møtt upp á Vaglinum. Einar tjúgu minuttir áðrenn midnátt vóru ikki nógv fólk, men beint sum tað nærkaðist midnátt kom altsamt fleiri fólk.

Tað gekk so sum so at avgreiða teir ellivu sangirnar, sum vóru í skerda sangheftinum fyri i ár. Fyrstu sangirnir gingu væl uttan vanliga forsangaran í hátalarunum, men tá komið varð í helvt steðgaði upp. Tað kom eitt sindur av lívi í, tá tey í miðjuni, mitt á Tinghúsvøllinum, sungu “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”, men tað steðgaði skjótt aftur.

Vaglið hevur brúk fyri einum forsangara, og tað verður vónandi aftur næsta ár.

placeholder
placeholder