Uttanlands

India setur met – meira enn 50.000 smittað eitt samdøgur

Asiatiska landið hevur skrásett triðflest tilburðir av koronavirus í heiminum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-30 12:32 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

India hevur skrásett meira enn 50.000 tilburðir av koronavirus seinasta samdøgrið. Tað er fyrstu ferð, at so nógvir tilburðir eru skrásettir eitt samdøgur í India. Tað skrivar Reuters, sambært TV2.

52.123 persónar fingu staðfest covid-19 seinasta samdøgri í India. Tað vísa tøl frá indisku heilsumyndugleikunum.

India er landið við triðflest tilburðum av covid-19 í heiminum. Samanlagt eru skrásettir nærum 1,6 milliónir tilburðir í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder