placeholder
Innanlands

Cassiopea sett kós móti Las Palmas

Loysti frá Ánunum í gjárkvøldið

(Mynd: Pól Sundskarð)

(Mynd: Pól Sundskarð)

2020-07-31 07:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Smitturakta litaviska farmaskipið Cassiopea liggur ikki longur í Norðhavnini í Ánunum.

Í gjárkvøldið loysti skipið, og hevur sett kós suður í hav. Sambært nettænastuni Marinetraffic er kósin sett móti Las Palmas á Kanariuoyggjum.

Cassiopea hevur ligið í Ánunum í nakrar dagar. Í gjár varð staðfest, at minst 11 av teimum 23 sjómonnunum umborð eru smittaðir við korona.

Talan var um at finna ein møguleika fyri at skifta manningina, og sambært Kringvarpinum skuldi støða takast til henda spurningin í dag. Men føroysku myndugleikarnir hava ikki longur ta avbjóðingina at taka sær av, nú skiparin í gjárkvøldið valdi at loysa og fara úr føroyskum sjógvi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder