Innanlands

Minna á sjúkueyðkennini

Merkir tú tær okkurt, ver so heima og ring til læknan beinanvegin, so tú kanst lata teg kanna sum skjótast

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-08-01 00:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú koronasmittan aftur er staðfest í Føroyum minna myndugleikarnir aftur fólk á sjúkyeðkennini, og heita á fólk um at seta seg í samband við kommunulæknan beinanvegin, um ein kennir seg sjúkan.

Sjúkueyðkennini minna vanliga um aðrar krímsjúkur. Tú kanst fáa fepur, vøddapinu, turran hosta og ilt í hálsin, skrivar almenna heimasíðan í sambandi við smittuna, corona.fo.

Minni vanlig sjúkueyðkenni eru millum annað kuldasjálvti, manglandi matarlystur, kvalma og tipta ella rennandi nøs.

[object Object]

- Um tú merkir tær okkurt, ver so heima og ring til læknan beinanvegin, so tú skjótast gjørligt kanst lata teg kanna, verður sagt.

 

placeholder
placeholder