Innanlands

Kamping Vágseiðið væl vitjað

Í mun til undanfarin ár, hava verið nakað færri fólk í tjaldi, kampingvognarnir hava tó verið nakað fleiri í tali, sigur Vágs kommuna

Kamping Vágseiðið (Mynd: Karla Cifuentes)

Kamping Vágseiðið (Mynd: Karla Cifuentes)

2020-08-01 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kamping Vágseiðið í Vági hevur verið sera væl vitjað í summar.

Nógv vikuskifti hevur kampingplássið verið fullsett, umframt at fólk eisini hava ligið í tjaldi, skrivar Vágs kommuna.

Í mun til undanfarin ár, hava verið nakað færri fólk í tjaldi, og er hetta einamest orsakað av, at talið á útlendingum, sum hava vitjað Kamping Vágseiðið, hevur verið væl lægri enn eitt nú í fjør.

Kampingvognarnir hava tó verið nakað fleiri í tali og er serliga talan um føroyingar í kampingvogni, tó hava nakrir útlendskir kampingvognar eisini vitjað í summar, sigur kommunan.

Við tað at Kampingplássið er so væl vitjað, so er eisini neyðugt at bíleggja pláss fyri at tryggja sær atkomu, um vitajð verður í kampingvogni í Vági. Meira kunning um hetta fæst her.

placeholder
placeholder