Innanlands

Fýra fólk staðfest frísk seinastu dagarnar

192 av teimum 225, sum hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, eru nú staðfest frísk

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2020-08-02 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

192 av teimum 225, sum hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, eru nú vorðin frísk aftur. Tað vísa hagtølini frá Heilsumálaráðnum.

Tveir russiskir sjómenn vórðu innlagdir við korona, men fyrradagin var ein teirra útskrivaður, og er bert ein persónur innlagdur í løtuni.

Í gjár vórðu trý afturat staðfest frísk. Helst er talan um tey trý ferðafólkini, sum vórðu staðfest smittað 19. juli.

Sambært hagtølunum, eru nú 33 koronasmittað fólk í Føroyum, men sum kunnugt, er meginparturin farin av landinum aftur við skipunum Karelia og Cassiopea.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at sjómenninir verða verandi í yvirlitinum, hóast teir ikki longur eru staddir í Føroyum.

– Tað eru vit, sum hava skrásett teir, og vit kunnu ikki frískmelda teir, áðrenn 14 dagar eru farnir. Annars høvdu teir ongantíð verið skrásettir á rættan hátt, tí teir eru ikki skrásettir aðrastaðni. Tí verða teir verandi í yvirlitinum hjá okkum, intil teir eru meldaðir frískir, og tað verða teir 14 dagar eftir, at smittan er staðfest, segði hann við Portalin 27. juli.

Fleiri enn 38.000 koronakanningar eru nú gjørdar í Føroyum. Átta fólk eru framvegis í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder