Uttanlands

Fyrrverandi pávi álvarsliga sjúkur

93 ára gamli Joseph Ratzinger, betri kendur sum Bænadikt 16., er vorðin álvarsliga sjúkur, eftir hann í juni fór heim til Týsklands at vitja beiggja sín

Fyrrverand pávin, Bænadikt 16. (Mynd: EPA)

Fyrrverand pávin, Bænadikt 16. (Mynd: EPA)

2020-08-03 11:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bænadikt 16., ið var pávi í árunum 2005 – 2013, er vorðin álvarsliga sjúkur og sera veikur, eftir at hann í juni fór til Týsklands at vitja beiggja sín.

Sambært týska blaðnum Passauer Neue Presse, var fyrrverandi pávin sera veikur, tá rithøvundurin og tíðindamaðurin Peter Seewald, sum hevur skrivað ævisøguna hjá honum, vitjaði hann um vikuskiftið.

Tá fyrrverandi pávin fór til Týsklands at vitja sjúka beiggja sín Georg, var tað fyrstu ferð, síðan hann legði frá sær í 2013, at hann fór úr Italia. Tvær vikur seinni doyði Georg Ratzinger, 96 ára gamal.

Heimurin var skelkaður, tá tann nú 93 ára gamli Joseph Ratzinger, sum er veruliga navnið hjá Bænadikt páva, í 2013 boðaði frá, at hann fór á pensjón aftaná átta ár.

Fyrrverandi pávin býr í dag í einum gomlum klostri í Vatikaninum. Hann hevur hildið lágan profil, síðan hann sum fyrsti pávi í 600 ár legði frá sær av heilsuávum.

Seinastu sjey árini hevur argentinski Frans pávi staðið á odda fyri katólsku kirkjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder