Uttanlands

79 starvsfólk á donskum sláturvirki fingið staðfest korona

Nú skal fepur takast av øllum starvsfólkunum, tá tey møta til arbeiðis – 9.000 fólk arbeiða á virkinum hjá Danish Crown í Ringsted

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2020-08-03 13:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðst í juli vórðu fyrstu tilburðirnir staðfestir á sláturvirkinum hjá Danish Crown í Ringsted á Sælandi, og nú eru tilsamans 79 starvsfólk staðfest smittað.

Tað upplýsir Danish Crown í tíðindaskrivi sambært Ritzau.

Tilsamans 9.000 fólk arbeiða á sláturvirkinum, og Danish Crown hevur nú sett fleiri tiltøk í verk, sum skulu forða smittuni í at breiða seg uppaftur meira millum starvsfólkini.

Eitt nú skal fepur takast av øllum starvsfólkum, tá tey koma til arbeiðis, og er hitin meira enn 37,8 stig, verða tey send heim aftur, og eisini verða tey spurd um ymiskt.

– Vit kunnu næstan ikki gera ov nógv í royndini at brýta smittuketurnar og forða virusinum í at koma inn á okkara arbeiðspláss, sigur Per Laursen, framleiðslustjóri í Danish Crown Pork.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder