Uttanlands

Oslo hevur stóran ampa av rennihjólum

Brúkararnir halda ikki ferðslulógina og rennihjólini liggja og sløðast um allan býin

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-08-03 15:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flest føroyingar, sum hava ferðast til størri býir uttanlands hesi seinastu fáu árini, hava ansað eftir einum nýggjum flutningstóli, sum hevur verið heilt nógv at sæð, nevniliga elektrisk rennihjól, sum kunnu takast og latast frá sær kring allan býin við at rinda umvegis eina app á fartelefonini.

Longu áðrenn hesin flutningsháttur hevur verið at síggja heima hjá okkum, eru tað býir, sum hava fingið nóg mikið av hesum flutningshátti, ella mátan, sum hesi flutningstól verða handfarin.

Býarstýrið í norska høvuðsstaðnum talar nú at, skrivar Ritzau. Tey 13.000 rennihjólini á gøtunum í Oslo eru ikki bara til vanda fyri tey gangandi, men tey verða eisini tveitt frá sær allastaðni til stóran ampa fyri býin, halda kommunalu politikararnir.

Kommunalu myndugleikarnir fara nú at savna saman rennihjól, sum liggja og sløðast og krevja gjald frá eigarunum fyri at fáa tey aftur.

- Um vit skulu gera arbeiðið fyri feløguni, og ansa eftir at tey halda lógir og reglar, so mugu tey eisini taka rokningina – ikki skattgjaldararnir, sigur Arild Hermstad, ráðmaður fyri ferðslu og umhvørvi við Dagbladet.

Víst verður á, at rennihjólini í Oslo ikki halda seg til galdandi reglur. Men koyra skjótt á gongubreytum og torgum, sum eru ætlað gangandi. Í fleiri førum hevur hetta elvt til vanlukkur, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder