Uttanlands

Var helst ikki ætlanin at skjóta 12 ára gomlu gentuna

Gentan, sum varð skotin til deyðis í Svøríki um vikuskiftið, var túr við hundinum, tá hon varð rakt av skotum

Fólk savnast á staðnum at minnast gentuna (Mynd: Ritzau)

Fólk savnast á staðnum at minnast gentuna (Mynd: Ritzau)

2020-08-03 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sviar eru skelkaðir, eftir at ein 12 ára gomul genta varð skotin á eini bensinstøð nærindis Stockholm sunnunáttina.

Sambært svenska miðlinum SVT, var gentan úti at ganga túr við hundinum, tá hon varð rakt av skotum.

Svenska løgreglan fekk boð um skotljóð um klokkan halvgum fýra sunnumorgunin lokala tíð.

Gentan varð koyrd á sjúkrahús, har hon doyði av sínum løstum.

Løgreglan hevur savnað slóðir av staðnum, og hevur avhoyrt fleiri fólk í málinum fyri at fáa greiðu á, hvat tað er, sum er hent.

Løgreglan sigur, sambært Politiken, at tey hava serligan áhuga fyri einum hvítum bili, men enn er ov tíðliga at siga meira, meðan kanningararbeiðið enn er í gongd.

Svenski miðilin Expressen skrivar, at tað er ósannlíkt, at ætlanin var at skjóta gentuna. Ætlanin var helst at fara eftir tveimum monnum frá einum kriminellum netverki, men gentan varð rakt í staðin. Hetta vil svenska løgreglan tó ikki vátta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder