Uttanlands

Amerikanskir rúmdarfarar trygt aftur á jørðini

Hetta var fyrsta ferðin í rúmdini við privatari rakett

"Splashdown", sum amerikanarar kalla tað, tá rúmdarhylkið lendur aftur á jørðini.(Mynd: EPA)

2020-08-03 14:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikansku rúmdarfararnir Bob Behnken og Douglas Hurley eru nú trygd aftur á jørðini. Eftir 62 samdøgur uppi á altjóða rúmdarstøðini ISS, lendu teir báðir úti í Meksikoflógvanum í gjárkvøldið. Heimferðin tók 19 tímar.

Teir vórðu sendir út í rúmdina av Kennedy Space Center í Florida 30. mai í rakettini Falcon 9. Hetta var fyrstu ferð, at fólk vórðu send út í rúmdina við eini privatari rakett. Amerikanska felagið SpaceX stóð fyri útsendingini í tøttum samstarvi við amerikanska rúmdarstovnin Nasa.

Ríkmaðurin Elon Musk, maðurin handan Tesla bilarnar, stovnaði SpaceX. Endamálið við hesum túrinum var at prógva, at tað ber til at senda fólk út í rúmdina. SpaceX hevur staðið fyri at sniðgeva og byggja bæði rakettina, rúmdarhylkið til heimferðina og rúmdardraktirnar.

SpaceX hevur ætlanir um at lata rúmdina upp fyri ferðafólkum. Í løtuni verður arbeitt við at byggja eitt rúmdarfar, ætlað at senda ferðafólk til mánan og mars.

Hetta var fyrstu ferð í níggju ár, at fólk eru send út í rúmdina úr amerika. Seinasta ferðin var Atlantis rúmdarferjan, sum fleyg síðstu ferð í juli 2011. Síðan tá hevur Nasa brúkt russisk Sojus-rakettir at senda síni fólk út á ISS rúmdarstøðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder