Uttanlands

Finska forsætisráðkvinnan giftist leygardagin

Sanna Marin og Markus Räikkönen giftust leygardagin - bert tey nærmastu vóru við

(Mynd av Instagram)

(Mynd av Instagram)

2020-08-03 15:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri tveimum vikum síðani bórust tíðindini um, at danska forsætisráðkvinnan, 42 ára gamla Mette Frederiksen, var gingin í hjúnalag við unnusta sínum Bo Tengberg.

Les: Mette Frederiksen og Bo Tengberg giftust seinnapartin 

Nú hevur heimsins yngsti stjórnarleiðari, 34 ára gamla finska Sanna Marin eisini gjørt tað sama.

Í gjár kunngjørdi hon, at hon og unnustin, Markus Räikkönen, eru gingin í hjúnalag.

 

Finska forsætisráðkvinnan skrivar, at tey giftust leygardagin og leggur afturat, at hon er eydnusom og takksom fyri, at hon kann deila lív sítt við tí persóni, hon elskar.

- Av ølum fólkum so er tú hin rætti fyri meg. Takk fyri, at tú stendur við mína lið, skrivar Sanna Marin á Instagram.

Sanna Marin og Markus Räikkönen hittust á fyrsta sinni sum 18 ára gomul lesasndi. Tey hava kenst í 16 ár, og eiga eina tvey ára gamla dóttir saman.

Bert nærmastu skyldfólkini vóru við til brúdleypið, sum varð hildið í forsætisráðharrasætinum Villa Bjälbö, upplýsir forsætisráðið í tíðindaskrivi, skrivar YLE.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder