Uttanlands

Noreg sendir ferðafólkaskip í sóttarhald

Norska løgreglan kannar nú um ferðafólkaskipini hava hildið seg til ásettu krøvini

Spitsbergen hjá Hurtigruten er kallað í Havn at fáa manning og fólk kannað (Savnsmynd)

Spitsbergen hjá Hurtigruten er kallað í Havn at fáa manning og fólk kannað (Savnsmynd)

2020-08-03 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Noreg kallar nú ferðafólkaskip í Norskum sjógvi í havn fyri at liggja har í 14 dagar fyribils. Tað boðaði norska stjórnin frá á tíðindafundin í dag.

Orsøkin til avgerðina er koronatilburðirnir, sum eru staðfestir umborð á ferðamannaskipinum Roald Amundssen hjá Hurtigruten.

So hvørt sum meira er komið fram um viðurskiftini, vísir tað seg, at alt møguliga ikki er, sum tað átti at verið. Norska løgreglan er drigin inn í málið fyri at finna útav, um reglurnar eru brotnar, skrivar Jyllands-Posten.

Sambært matvøruráðkvinnuni í Noregi, Iselin Nybø, eru nýggju krøvini bert galdandi fyri cruise-skip og ikki vanligar ferjur.

Cruise-ferðir, sum sum eru ígongd, fáa loyvi at sigla víðari, men ferðafólkini sleppa ikki í land í Noregi.

Svalbardposten skrivar í dag, at skipið Spitsbergen hjá Hurtigruten, sum siglir á Svalbarð-leiðini, er kallað í havn í Longyearbýnum fyri at fáa manning og ferðafólk kannað fyri korona.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder