Innanlands

Søguliga nógvur peningur til Ovara vøll

Góð útlit eru fyri, at arbeiðið verður liðugt, áðrenn august er av. Tilsamans 9 milliónir eru játtaðar til arbeiðið

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-08-04 22:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Góð útlit eru fyri, at ovari vøllur í Gundadali verður liðugur í hesum mánaðinum. Tilsamans 9 milliónir eru játtaðar til arbeiði, ið fór í gongd. 9. juli. Tað var arbeiðið at endurnýggja graslíkið og undirliggjandi stoytdoyvingarlagið, umframt fyrireika sprinklaraskipan v.m. Tá var meldað út at, arbeiðið skuldi vera liðugt í seinasta lagi 5. september.

Tað gekk væl at fáa tikið av graslíki, og stoytdoyvingarlagið og verður tað alt burturbeint sambært nýggjum umhvørviskrøvum. Síðani hevur verið arbeitt við at fyrireika sprinklaraskipan og fáa neyvt greiði á javnleikanum á drenasfaltlagnum, ið liggur undir stoytdoyvingarlagnum og graslíkinum. Drensasfaltlagið er heilt afturi frá 1986, tá fyrsti graslíkisvøllurin kom á Ovara vøll í Gundadali. Hetta er neyðugt fyri at lidna verkætlanin kann uppfylla galdandi krøv frá FIFA (FIFA Quality Pro) til slíkar leikvøllir, ið skulu brúkast til evropeiskan klubbfótbólt.

Í hesi vikuni verða rør o.a. til sprinklaraskipanina sett saman og gravirnar verða tyrvdar aftur og asfalteraðar, umframt at slíðrar vera gjørdir til høvuðsmálstengurnar, umframt at arbeitt verður við at fáa drenasfaltlagið javnað nakað.

Hósdagin kemur tilfar og amboð til at leggja stoytdoyvingarlag til økið. Tað verður ætlandi byrjað at leggja stoytdoyvingarlagið á fríggjadagin ella leygardagin. Um alt gongur væl tekur tað umleið eina viku og verður síðani farið undir at leggja graslíki og ífylluna, ið er kvartssandur og TPE-gummi, ið væntandi tekur umleið 2-3 vikur.

Sostatt eru góð útlit fyri, at arbeiðið kann vera liðugt síðst í august, m.a. tí at føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir UEFA Nations League móti Malta á Tórsvølli 3. september, og tað avmarkar annað virksemi har.

Veðrið, herundir serliga lítið avfall, er sera avgerandi fyri at kunna útinna arbeiðið við stoytdoyvingarlagi og graslíki á nøktandi hátt, og er tí ávís óvissa um metingarnar av dagatalinum.

Ljósskipan og sprinklaraskipan - niðari vøllur og Tórsvøllur eiga tørn í 2021

Ímeðan Ovari vøllur hevur verið úr rakstri hava HB og B36 klárað seg við Tórsvølli til dystir og venjing, og við Niðara vølli til venjing. Umframt hetta hevur møguleika verið at brúka hinar fótbóltsvallirnar í kommununi, t.e. Hoyvíksvøll, Vøllin í Vika og Eysturvøll.

Í heyst verður ætlandi hildið fram við at fyrireika gerð av nýggjari ljósskipan til Ovara vøll, ið ætlandi skal vera klár á várið 2021, og at fáa sprinklaraskipanina endaliga klára til nýtslu, umframt eina røð av øðrum ábótum í økinum.

Í 2021 verður eisini farið undir at høvuðsumvæla og endurnýggja niðara vøll, umframt at skifta graslíkið á Tórsvølli og at betra um sprinklaraskipanina har.

Býráðið hevur játtað 5 milliónr til ovara vøll í ár og 4 milliónir eru avsettar í langtíðarætlanini fyri næsta ár, t.v.s. 9 miljónir íalt. Hetta eru søguligar upphæddir -  so nógv er ikki játtað í mong ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder