Tað eru seks samkomur bæði úr Heimamissiónini og Brøðrasamkomuni  í hesum trimum bygdunum, sum standa saman um leguna. Í Gøtu er tað Betania og Filadelfia, í Fuglafirði Thabor og Siloa, og í Leirvík er tað Missiónshúsið og  Hebron. Fyrireikingarnar hava gingið sera væl, og nógv fundarvirksemi ímillum samkomurnar hevur verið í fyrireikingartíðini. Býtið millum leguluttakararnar er rættiliga javnt, bæði tá hugsað verður um kyn, men er eisini javnt millum bygdirnar og samkomurnar.

Tey hava lagt seg eftir, at legan skal minna so mest sum møguligt um leguna, sum plagar at vera í Týsklandi, men sum í ár tíverri er avlýst vegna corona. Ein partur – tað er ein bíblutími og ein lovsongsløta – gongur fyri seg á netinum. Tað vil siga, at hesar løturnar verða stroymdar, og eru eins, um tú ert á legu á Kambsdali, Sørvági, Berlin ella Lissabon, tí í roynd og veru er tað jú soleiðis, at smáar legur verða hildnar runt um allan heimin. Boðskapurin, sum verður talaður á netinum, er so umsettur til føroyskt og sæst á stórskerminum.

Tannáringarnir eru býttir í smáar bólkar við hvør sínum leiðara. Í hesum bólkum eru so eisini bíbliutímar.

Men fríløturnar eru eisini nógvar, og hetta eru ung fólk, og ikki tykkum at siga, ung dáma at hugna sær saman. Eins og á stóru legunum í Týsklandi er nógv her, ið ein kann stytta sær stundir við og hugna sær við. Her er bæði Café, Fun Food og ymiskir ítróttaraktivitetir í Ítróttarhøllini á Kambsdali, sum er lænt til endamálið.

So – nógv er, sum talar fyri, at ungu eysturoyingarnir fáa nakrar góðar dagar saman á Kambsdali.