Uttanlands

Ógvuslig spreinging í Beirut

Fleiri enn 70 fólk deyð og 2.700 hava fingið løstir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-04 23:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í dag var ein stór spreinging við havnarlagið í Beirut í Libanon.

Enn er ikki greitt hví, men sambært forsetanum bendir okkurt á, at 2750 tons av ammoniumnitrat í einum goymslubygningi er partur av orsøkini.

Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni í kvøld.

Myndir og upptøkur úr Beirut vísa stórt øki, sum er lagt í oyði.

Higartil eru fleiri enn 70 fólk deyð av spreingingini, og fleiri enn 2.700 fólk hava fingið løstir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder