Innanlands

Fútin: - Fólk vóru ikki nóg varin á ólavsøku

Ólavsøkan var við til at spjaða smittuna í Føroyum, men fútin vil ikki taka støðu til, um tað var rætt at halda tjóðarhátíðina í ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-05 17:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fútin vil ikki taka støðu til, um tað var rætt ella ikki at halda ólavsøku í ár. Tað er ein politisk avgerð, sigur hann, men ongin ivi er um, at ólavsøkan var við til at breiða koronasmittuna aftur í Føroyum.

- Fólk vildu sleppa at liva
Heldur ikki løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, vildi taka støðu til, um tað var rætt at halda ólavsøkuna í ár.

Á tíðindafundinum í Kringvarpinum seinnapartin segði hann, at tað er hann, sum hevur evstu ábyrgd av øllum teimum avgerðum, sum politiski myndugleikin hevur tikin, og at tær stendur hann við.

Men hann vildi ikki taka støðu til, um tað var rætt at halda tjóðarhátíðina í ár.

- Fólk vildu sleppa at liva. Tey vildu sleppa at halda eitt summar uttan at fylgja teimum áheitanum, sum vit komu við um at avmarka samveruna. Tað er ikki okkara uppgáva nú at finna syndabukkar. Nú hevur tað týdning at vit hyggja frameftir og fáa føroyingar at uppføra seg eins skilagott, og vit gjørdu í vár, tá tað eydnaðist okkum at basa smittuspjaðingini, segði løgmaður.

[object Object]

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder