Innanlands

Hálvur annar kilometur long koronakø

Vóru nógv, sum vildu lata seg kanna fyri korona í gjár, so eru uppaftur fleiri í dag. Bíðirøðin fyrrapartin er heilt niðan til vegin út á Norðrasta Horn

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-06 09:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bilrøðin í gjár var heilt niðan framvið rundkoyringina út á Argir, og niðan til barnagarðin á Velbaðstaðvegnum, men í dag setur hon øll met. Í dag er røðin av bilum, har fólk vilja lata seg kanna fyri koronasmittuna allan vegin niðan til landsvegin út á Norðrasta Horn, Gomlurætt og handan vegin.

Talan er um hálvanannan kilometur frá Landssjúkrahúsinum og niðan har.

Enn eru tølini fyri allar kanningarnar í gjár komin út, men greitt er, at met nógvar kanningar vórðu gjørdar, og møguliga dagurin í dag eisini setur met.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder