Innanlands

Løgmaður: Muga læra okkum at liva við hesari støðuni

Samfelagshjólini mugu koyra so vítt sum til ber. Vit vita ikki nær hetta endar, og tað kann vera, at vit skulu liva við hesum langt fram í tíðina, sigur Bárður á Steig Nielsen

Løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-07 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit mugu læra okkum at liva við hesari støðuni.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í Degi og viku í kvøld. Hann varð millum annað spurdur, um hann skilti, at tað skurraði eitt sindur í oyrunum á fólki, at samstundis sum landsstýrið biður okkum uppføra okkum, sum vit øll eru smittað, so ber til fara út at eta, í venjingarmiðstøð og so víðari.

- Nei, tað skilji eg ikki, segði løgmaður.

- Hóast tað í ávísum førum er trupult at halda frástøðuna, so havi eg roynt sjálvur at hildið meg til tey tilmælini, sum hava verið. Fyrst vóru tað tveir metrar, og síðani ein metur. Tað ber væl til. Í støðuni vit eru í í løtuni mugu vit liva soleiðis, staðfesti Bárður á Steig Nielsen.

Hann greiddi frá, at vit ikki vita nær hetta endar, og kann halda fram í langa tíð.

- Tað sum er tað keðiliga við hesum er, at vit vita ikki nær hetta endar. Tað kann enda í 2020, tað kann vera at tað endar í 2021, men í ringasta føri kann tað vera at vit skulu læra okkum at liva soleiðis langt fram í tíðina, segði løgmaður.

- Og tí er tað umráðandi, at vit nú royna at lata samfelagshjólini koyra so vítt sum til ber, og læra okkum at liva við hesari støðuni, sum er íkomin, segði Bárður á Steig Nielsen.

66 persónar í Føroyum eru í løtuni smittaðir við korona umframt 32 persónar, sum eru farnir av landinum aftur. Fleiri enn 400 eru farin í sóttarhaldi, men eingin er innlagdur á sjúkrahúsinum fyri korona.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder