Innanlands

Eldur í sethúsum í Miðvági

Talan var um stóran eld – Øll trý húsfólkini komu út í øllum góðum, men húsini hava fingið nakað av skaða

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-08-08 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 18 í gjárkvøldið varð boðað frá, at eldur var í einum sethúsum í Miðvági.

Húsini vóru í trimum hæddum, og tað var ein persónur í ovaru hæddini, sum ringdi at boða frá, at hann sá nógvan royk í niðastu hæddini, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Talan vísti seg at vera um stóran eld, og eydnaðist tað sløkkiliðnum at fáa sløkt hann.

Trý fólk búgva í húsunum, og tey komu øll út í øllum góðum, tó hava húsini fingið nakað av skaða orsakað av eldinum, umframt at tey hava fingið nakað av vatnskaða, tá hol kom á eitt vatnrør í húsunum av somu orsøk.

Enn veit løgreglan ikki, hví eldur kyknaði í húsunum, men tað málið verður kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder