Innanlands

Landsstýrið letur 500.000 kr. til neyðhjálpararbeiði í Libanon

Síðani spreingingina í Beirut týsdagin hava fleiri fólk latið lív og fleiri fingið skaða, og støðan í libanska høvuðsstaðnum er sera hættislig

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

2020-08-08 11:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya landsstýri hevur gjørt av at lata 500.000 kr. til Libanon.

Síðani spreingingina í Beirut týsdagin hava fleiri fólk latið lív og fleiri fingið skaða, og støðan í libanska høvuðsstaðnum er sera hættislig. Tí hevur Landsstýrið gjørt av at lata neyðhjálp, og tað verður Reyði Krossur, sum skipar, hvussu peningurin verður brúktur í vanlukkurakta økinum.

Peningurin verður millum annað brúktur til bráðfeingisskaðastovur, heilivág, útbering av teppum, vatni og mati umframt útgerð til reinføri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder