Innanlands

88 fólk smittað í løtuni – 22 afturat staðfest frísk

Tilsamans hava 303 fólk fingið staðfest korona í Føroyum, og av teimum eru 215 nú staðfest frísk – Fleiri enn 900 fólk eru í sóttarhaldi. Átta nýggir tilburðir eru staðfestir

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-08-09 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tilsamans 303 tilburðir eru nú skrásettir í Føroyum, og í løtuni eru 88, sum eru smittað við koronasmittuni, vísa nýggjastu tølini hjá Heilsumálaráðnum.

Síðan í gjár eru 22 fólk afturat staðfest frísk, og eru nú tilsamans 215 av teimum 303, ið hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, staðfest frísk aftur.

Fleiri enn 900 fólk eru nú í sóttarhaldi.

Har er í løtuni eingin koronasjúklingur, sum er innlagdur.

Fleiri enn 50.000 koronakanningar eru nú gjørdar í Føroyum. 612 kanningar frá fríggjadegnum eru enn ikki greinaðar, upplýsir landslæknin.

Dagførd kl. 11.59

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder