placeholder
Innanlands

Eiga eisini at gera ókeypis koronakanningar í Vágum

Vágafólk eiga at sleppa til ókeypis koronakanning í nærumhvørvinum, heldur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Einasta kanningarstøðin í Vágum er kanningarstøðin hjá Thetis á flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Einasta kanningarstøðin í Vágum er kanningarstøðin hjá Thetis á flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-10 15:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey trý sjúkrahúsini í Havn, Klaksvík og í Suðuroynni hava í longri tíð gjørt ókeypis koronakanningar. Síðani er boðað frá, at kannað eisini verður á útoyggjunum, umframt at ein nýggj kanningarstøð verður sett upp í Runavík, og vágafólk eiga eisini at fáa sína egnu kanningarstøð, heldur borgarstjórin í Sørvágs kommunu.

Í skrivi, sum kann lesast her, takkar Aimé Jacobsen Sjúkrahúsverkið fyri, at tyrla verður send til útoyggjar, so fólk har kunnu fáa ókeypis kanning.

– Tað er einki at ivast í, at eisini mykinesfólk fegnast um, at tey sleppa frá at fara av oynni, um teimum tørvar at verða kannað, sigur hon.

Les eisini: Heita á ferðafólk og vitjandi um at vísa varsemi í Mykinesi

Tó vísir hon á, at tað sama ikki er galdandi fyri vágafólk.

Vágafólk hava møguleika at lata seg kanna hjá Thetis á flogvøllinum, men hetta er ikki ókeypis, og vilja tey hava ókeypis kanning, mugu tey brúka ein heilan dag í bilrøðini í høvuðsstaðnum, sigur hon.

– Vinarliga gevið vágafólki sama møguleika, sum onnur í landinum hava. Latið okkum fáa eina ókeypis kanning í nærumhvørvinum. Tað burdi verið pláss fyri sjúkrahúsverkinum at havt kanningarstøð í teltinum á flogvøllinum, ella ber til at finna aðra loysn í oynni. Tað hevði samstundis stytt bilrøðirnar í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder