Innanlands

Tórshavnarøkið tekur 56 prosent av øllum fólkavøkstrinum

Fólkatalið í Føroyum var 1. juli í ár 52.656 fólk. Tað er ein vøkstur á 1,6 prosent í mun til 1. juli í fjør.

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2020-08-11 16:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tann 1. juli í ár var fólkatalið 52.656 og vaks sostatt við 813 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2019 til 1. juli 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6 prosent. Tað skrivar Hagstovan.

Vøksturin er eitt lítið vet minni enn sama tíðarskeið í fjør. Hetta kann møguliga skyldast koronakreppuni skrivar Hagstovan.

Fyrra hálvár í ár vaks fólkatalið við 511 ella 1,0 prosent, samanborið við 553 ella 1,1 prosent fyrra hálvár í fjør. Munurin á 42 fólk kemur av, at burðaravlopið var 6 færri og nettotilflytingin var 36 færri. Í burðaravlopinum var føðitalið 38 færri, samstundis sum deyðatalið minkaði við 32. Í nettoflytingini var tilflytingin 58 færri og fráflytingin 22 færri.

Hetta er sjeynda árið á rað vit síggja ein støðugan vøkstur í fólkatalinum. Í miðal veksur fólkatalið við 65-70 fólkum mánaðarliga.

Størsti vøkstur í Tórshavnarøkinum

Nógv tann størsti vøksturin er í Tórshavnarøkinum, har vøksturin var 458 fólk, sum svarar til 56 prosent av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy var vøksturin 206 fólk, sum svarar til 25 prosent av fólkavøkstrinum. Vøksturin í Norðoyggjum svarar til 8 prosent av fólkavøkstrinum. Fólkavøksturin í Streymoyarøkinum annars svarar til gott 6 prosent, meðan í fólkavøksturin í Vágum svarar til stívliga 6 prosent. Fólkavøksturin í Sandoy svarar til 2,5 prosent av fólkavøkstrinum. Í Suðuroy minkaði fólkatalið seinasta 12-mánaðar skeiði.

Verður hugt at einstøku kommunum, er nógv tann størsti vøksturin í Tórshavnar kommunu, har fólkatalið vaks við 472 fólkum. Tað svarar til ein vøkstur á 2,2 prosent. Í Runavík og Klaksvík vaks fólkatalið við ávikavist 95 og 59 fólkum.

Av miðalstóru kommununum er lutfalsliga størsti vøksturin er í Sjóvar kommunu, har fólkatalið vaks við 34 fólkum, svarandi til 3,2 prosent. Síðani 1. Jan. 2014 er fólkatalið í Sjóvar kommunu vaksið úr 921 upp í 1.107.

Meira kann lesast um fólkavøksturin á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder