Innanlands

Kannaðu fyri koronu á útoyggj í góðveðrinum

Ferðalið frá Sjúkrahúsverkinum vóru í Kalsoy, Fugloy, Svínoy, Stóru Dímun, Skúvoy, Hesti og í Mykinesi

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-08-11 23:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kalsoy, Fugloy, Svínoy, Stóra Dímun, Skúvoy, Hestur og Mykines.

Eitt ferðalið hjá Sjúkrahúsverkinum var í dag á hesum sjey oyggjum og kannaðu fólk fyri koronu. Allastaðni var móttøkan og undirtøkan góð og umleið 250 fólk lótu seg kanna.

Veðrið var av tí fagrasta, tó at mjørkin hevði hug at arga viðhvørt. Frálíku pilotarnir hjá Atlantic funnu tó hvørja ferð eina leið niður á tyrluplássið, so øll á útoyggj fingu møguleikan at lata seg kanna í dag, sigur Landssjúkrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder