Uttanlands

Støðan hjá Joakim prinsi framvegis góð

Krúnprinsurin er júst afturkomin úr Fraklandi, har hann vitjaði beiggja sín í nakrar dagar, sigur Kongshúsið

Joakim prinsur saman við krúnprinsinum í Fraklandi (Mynd: Kongshúsið/Instagram

Joakim prinsur saman við krúnprinsinum í Fraklandi (Mynd: Kongshúsið/Instagram

2020-08-12 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan hjá Joakim prinsi, sum 24. juli varð innlagdur og skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp í heilanum, er framvegis góð, upplýsir Kongshúsið.

Kongshúsið hevur í morgun lagt eina mynd út á Instagram, har Joakim prinsur sæst saman við Fríðrik krúnprinsi uttanfyri Château de Cayx. Hetta er eisini fyrsta myndin, sum er tikin og deilt alment av Joakim prinsi, síðan hann varð skurðviðgjørdur.

Krúnprinsurin kom heim úr Fraklandi í gjár, eftir at hann seinastu dagarnar hevur verið saman við beiggja sínum og familju hansara á franska vínslottinum hjá drotningini.

Kongshúsið upplýsir, at Joakim prinsur framvegis hevur tað gott, men at hann enn hevur brúk fyri friði. Kongshúsið hevur áður boðað frá, at prinsurin sleppur undan varandi mein orsakað av blóðtøppinum.

Joakim prinsur varð innlagdur á universitetsjúkrahúsinum í Toulouse frá 24. juli, til hann varð útskrivaður 3. august. Síðan tá hevur hann verið saman við familjuni á Château de Cayx í Suðurfraklandi.

51 ára gamli Joakim prinsur býr í løtuni í Fraklandi við familju sínari, har hann í løtuni er undir útbúgving á franska hernaðarakademinum Ecolé Militaire.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder