Innanlands

Nógv flest smittað í høvuðsstaðarøkinum

Í vár vórðu Norðoyggjar hart raktar – í løtuni er bert ein smittaður í Norðoyggjum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-13 07:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Av teimum 148 fólkunum, sum hava fingið staðfest koronasmittu síðan 1. juli, eru nógv tey flestu búsitandi í Suðurstreymoy.

Corona.fo hevur nú dagført nøkur av hagtølunum, sum fortelja eitt sindur meira um bústað, aldur og kyn hjá teimum smittaðu.

Munurin frá smittuni í vár og so nú er eitt nú, at smittan ikki hevur rakt Norðuroyggjar á sama hátt, sum í vár.

Í vár vóru næstflest smittutilburðir í Norðoyggjum, 45 tilsamans. Men síðan 1. juli er bert 1 persónur úr Norðoyggjum staðfestur við korona.

Næstflest tilburðir nú eru í Eysturoy, har 12 eru smittað, síðan koma Suðuroy (5), Vágar (3) og Sandoy og Noðoyggjar við einum smittaðum. Ongin er staðfest smittaður í Norðstreymoy.

[object Object]

Síðan 1. juli eru eisini 37 útlendingar staðfest smittaðir í Føroyum. Harafturat er eisini eitt rættiliga stórt tal – 24 – har bústaðurin ikki er skrásettur.

Tað er framvegis væl fleiri menn enn kvinnur, sum verða smittaðar. Yvir 62 prosent av teimum smittaðu eru menn, meðan 31 prosent eru kvinnur. Flest smittaðu – 46 – eru í tjúgunum og næstflest – 22 – í fjøritunum.

Bert eitt barn undir 10 ár hevur verið smittað og somuleiðis bert ein í aldrinum oman fyri 80.

Nýggjastu koronatølini siga, at tað í løtuni eru 114 smittað í Føroyum. Tá eru allar kanningarnar frá mánadegnum tiknar við, og trý smittað frá týsdegnum. Endaligu tølini frá teimum yvir 1.500 royndunum, ið vórðu tiknar týsdagin, verða ikki klár fyrr enn seinni í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder