Innanlands

Kommunufelagið: Retoriskt spottandi heilsumálaráðharri

- Tað er hugstoytt at uppliva, at ein av fólksins kosnu, sum hevur fingið bæði heimildir og ábyrgd frá fólkaræðisligu skipanini, velur at taka á seg leiklutin og rópa og peika eftir øðrum, sigur Kommunufelagið

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-14 15:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað sømir seg ikki einum heilsumálaráðharra at vaska sær hendurnar og leita eftir syndabukkum. ann man, sum tann einasti, ikki hava skilt klóku, savnandi orðini hjá Føroya Biskupi um at taka ábyrgd, heldur enn at leita eftir syndabukkum.

Hetta sigur kommunufelagið í skrivi í dag undir yvirskriftini “Eitt bakbit av teimum grovu”, har funnist verður hvassliga at framferðarháttinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum.

Á Facebook í gjár tók landsstýrismaðurin spurningin upp um at avvarandi skulu sleppa at vitja tey gimlu á ellis og røktarheimum.

- Veit nakar hvør hevur funnið uppá at avvarðandi ikki skulu sleppa at vitja síni gomlu á ellis og røktarheimum. Er tað ikki ein mannarættur at fáa vitjan. Vit mugu fáa eitt kjak um hetta ikki kann gerðast meira menniskjaligt, skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen.

Og tað er hetta, sum hevur fingið øði í Kommunufelagið, sum kallar hetta retoriskt spottandi.

- Tað er hugstoytt at uppliva, at ein av fólksins kosnu, sum hevur fingið bæði heimildir og ábyrgd frá fólkaræðisligu skipanini, velur at taka á seg leiklutin og rópa og peika eftir øðrum, heldur enn at vísa seg sum ein politikara, og brúka teir møguleikar og tær heimildir, sum honum eru litin upp í hendi.

- Heldur enn at speireka tey, sum hava tikið ábyrgd, eiga vit at vera errin av hesi støðu. Nógv, bæði nøkur syndarlig og onnur beinleiðis ræðandi, dømi eru úti úr heimi, har tamarhald ikki hevur verið á støðuni á ellis- og røktarheimunum, og fleiri av okkara grannalondum øvunda okkum higartil góðu støðuna.

- Til eina aðru ferð fer Kommunufelagið at mæla heilsumálaráðharranum til at byrja við at spyrja fjølbroytta, heilsufakliga førleikan, hann hevur undir sær - heldur enn at misnýta og lítilsvirða valdið og tignina, ið fólkaræðiliga skipanin hevur litið honum til, at seta speirekandi spurningar á Facebook, skrivar Kommunufelagið.

Les alt skrivið á lesarin.fo her

placeholder
placeholder