Innanlands

Skal vera trygt at fáa vitjan á røktarheimunum

Møguleikin verður kannaður, um til ber, at avvarðandi eisini kunnu vera partur av teststrategiini hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, soleiðis at avvarðandi, eins og starvsfólkini, regluliga verða testað, so trygt er hjá búfólkunum at fáa vitjan inn á heimini

2020-08-15 10:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilsu- og umsorganartænastan hevur eins og hini eldraøkini í landinum aftur sett strong tiltøk í verk, tí koronafarsóttin brádliga herjar aftur og tamarhald ikki er á smittustøðuni í landinum. Trygdin hjá búfólkunum á røktarheimunum verður sjálvsagt sett í fremstu røð, og tí er neyðugt at seta tiltøk í verk.

Eldraøkini boðaðu í síðstu viku frá, at tiltøkini stóðu við í tvær vikur. Hesar tvær vikurnar skuldu vera eitt skotbrá at skipa seg og tryggja, at eldraøkini ikki blivu rakt av koronasmittuni. Somuleiðis varð væntað, at eftir tveimum vikum vóru stór sannlíkindi fyri, at smittuketur vóru kendar og at smittan ikki var leys í samfelagnum longur. Nú er ein vika farin og støðan sær út til at batna, hóast tað enn vera funnir smittutilburðir millum fólk, sum ikki eru í sóttarhaldi.

Heilsu- og umsorganartænastan hevur, sum áður nevnt, sjálv havt møguleika fyri at testa starvsfólk síðani mánaðarskiftið mai/juni. Hesa vikuna, frá tí at tiltøkini blivu sett í verk, hevur Heilsu- og umsorganartænastan intensiverað testingina og brúkt tíðina til at testa øll starvsfólkini á eldraøkinum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at tey ikki bera smittuna inn og fyri at gerandisdagurin hjá búfólkunum skal vera so lítið ávirkaður av koronastøðuni sum gjørligt.

Virksemið innanveggja á røktarheimum er sum so ikki skert. Gerandisaktivitetir og venjingar fara fram sum vanligt hesa ársins tíð. Tað eru bert tiltøk og vitjanir uttanífrá, sum í løtuni eru skerd.

Umframt at testa starvsfólkini hevur Heilsu- og umsorganartænastan arbeitt við at leggja nýggjan leist fyri, hvussu vit í verandi støðu spakuliga kunnu lata upp fyri vitjandi á røktarheimunum. Av tí at Heilsu- og umsorganartænastan sjálv testar og hevur eina góða teststrategi fyri starvsfólkini, er eitt av uppskotunum, sum arbeitt verður við, at víðka teststrategiina.

Møguleikin verður kannaður, um til ber, at avvarðandi eisini kunnu vera partur av teststrategiini, soleiðis at avvarðandi, eins og starvsfólkini, regluliga verða testað, so trygt er hjá búfólkunum at fáa vitjan inn á heimini. Hetta er sjálvsagt nakað, sum má gerast á tryggan hátt og í samráð við serfakliga ráðgeving.

Mánadagin 17. august verður fundur millum øll eldraøkini í landinum, har hesin møguleikin eisini verður umrøddur. Seinni í komandi viku eru vit komin nærri einari loysn fyri, hvussu vit aftur, varliga, kunnu bjóða avvarðandi inn aftur á røktarheimini.

– Heilsu- og umsorganartænastan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder